Flower2

Hvat er AA?

Hvat er Anonymir Alkoholikarar?
Vit eru ein felagsskapur av monnum og kvinnum, sum hava mist evnini til at hava tamarhald á okkara drykkjuskapi, og hava sett okkum í ymiskar ódámligar støður, sum úrslit av okkara drykkjuskapi. Vit royna – flestu okkara við hepnum úrsliti - at skapa okkum eina tilveru í nøgdsemi uttan rúsdrekka. Fyri at røkka hesum nýtist okkum hjálp og stuðul frá øðrum alkoolikarum í AA.

Bindi eg meg á nakran hátt, um eg møti á AA-fundi?
Nei. AA hevur onga limaskipan ella nøkur fundar hagtøl. Tær nýtist ikki at avdúka nakað um teg sjálvan. Eingin vil brigda tær, um tú ikki ynskir at koma aftur á AA-fund.

Hvat kann henda, um eg hitti onkran í AA, ið eg kenni?
Tey, sum koma á AA-fund, eru har av somu orsøk, sum tú. Tey vilja ikki avdúka tín samleika fyri fólki uttan fyri felagsskapin. í AA varðveitur tú so nógvan anonymitet, sum tú ynskir. Tað er ein av orsøkunum til, at felagsskapurin eitur Anonymir Alkoholikarar.

Hvat fer fram á einum AA-fundi?
AA-fundir kunnu verða hildnir uppá ymiskar mátar. Men á øllum fundum fert tú at hoyra alkoholiokarar, sum tosa um hvat rúsdrekka gjørdi við teirra lív og teirra persónsmensku. Teir fara at siga tær, hvat tey gjørdu fyri at broyta gongdina, og hvussu tey liva sítt lív í dag, sum edruir alkoholikarar.

Hvussu kann tað bøta um mín alkohol-trupuleika?
Vit í AA vita, hvat tað vil siga, at vera bundin av rúsdrekka, ikki at kunna halda tey lyfti, vit hav givið øðrum – og okkum sjálvum, um at gevast at drekka. Vit eru ikki professionellir terapeutar. Okkara einasti serkunnleiki í at hjálpa øðrum, eftir misnýtslu av rúsdrekka, er, at vit sjálvi eru givin at drekka. Fólk við rúsdrekkatrupulleikum, sum koma til okkara, síggja, at tað er møguligt at koma fyri seg, tí tey fara at hitta onkran, sum er givin at drekka og hevur fingið eitt nýtt lív í edrúskapi.

Hví fara AA-arar á fund, tá ið tey eru ”lekt”?
Vit í AA halda kki, at tað finst nakar lekidómur fyri alkoholismu. Vit vita, at vit kunnu ongantíð aftur drekka normalt. Okkara evni til at halda okkum burtur frá rúsdrekka er treytað av, at vit alsamt røkja okkara likamligu, sálarligu og andaligu heilsu. Hesum kunnu vit einans røkka við at fara regluliga á AA-fundir og í praksis brúka tað, vit læra. Vit hava eisini rakt við, at vit hava lættari við at halda okkum edrú, tá ið vit hjálpa øðrum alkoholikarum til edrúskap.

Hvussu gerist eg limur í AA?
Kom á fund. Tú ert limur í AA, so skjótt tú ynskir tað. Tað er tín avgerð. Einasta krav fyri AA-limaskapi er, at tú hevur eitt ynski um at gevast at drekka, og fleiri okkara gingu ikki serliga heil-hjartað inn fyri hesum, tá ið vit fyrstu ferð komu í AA.

Hvat kostar tað at vera limur í AA?
Í AA er einki innlimingargjald ella nakað limagjald. Ein AA-bólkur hevur vanliga eina kurv á borðinum at savna pening til vanligar útreiðslur, so sum húsaleigu, kaffi o.a., so tað er upp til tann einstaka at stuðla við peningi eftir egnum ynski.