Tey 12 stigini
Fyrsta stig:
Vit játtaðu, at rúsdrekka hevði vald á okkum - at vit høvdu mist tamarhald á lívi okkara.
Annað stig:
Vit fingu trúgv á, at eitt vald, sterkari enn vit sjálvi, kundi endurreisa okkum til andaliga heilsu.
Triðja stig:
Vit gjørdu av at geva vilja og lív okkara í umsorgan Guds, soleiðis sum vit skiltu hann.
Fjórða stig:
Vit kannaðu gjølla og óttaleys okkara egna sinnalag.
Fimta stig:
Vit játtaðu fyri Gudi, okkum sjálvum og einum øðrum menniskja, júst hvussu brek okkara vóru háttað.
Sætta stig:
Vit vóru av sonnum til reiðar, at lata Gud loysa okkum úr øllum hesum lyndisbrekum.
Sjeynda stig:
Í eyðmýkt bóðu vit Hann taka burtur brek okkara.
Áttanda stig:
Vit gjørdu ein lista yvir øll tey fólk, vit høvdu gjørt skaða, og vóru fús at bøta skaðan, um vit við at gera tað ikki særdu tey ella onnur.
Níggjunda stig:
Vit fóru til hesi fólkini at bøta skaðan, um vit við at gera tað ikki særdu tey ella onnur.
Tíggjunda stig:
Vit hildu fram við sjálvskanningini, og tá vit høvdu órætt, viðgingu vit tað uttan drál.
Ellivta stig:
Vit royndu við bøn og djúphugsan at bøta tilvitaða samband okkara við Gud, sum vit skiltu hann, við tað at vit bóðu um bara at kenna vilja hansara við okkum og um styrki til at fremja hann.
Tólvta stig:
Tá ið vit vóru andliga vakt av at ganga hesi Stigini, royndu vit at bera boðskapin til alkoholikarar, og at íðka hesar grundreglur í øllum virki okkara.