Tænasturáðstevnan 2024
Tænasturáðstevna hjá AA í Føroyum - 20/4-24 í Vestmanna
Fundarfrásøgn
Skrá
1) Val av fundarstjóra og skrivara
2) Frágreiðing um virksemið hjá nevndini, ið varð sett á bólkafundinum í Vestmanna 9. september 2023
3) Atkvøðugreiðsla um uppskot til broytingar í Tænastuhondbókini 2016/17
4) Val av Tænasturáði og 2 varalimum til ráðið
5) Atkvøðugreiðsla um mál, sum nevndin frá 9. september 2023 metir, at nývalda tænasturáðið eigur at fara undir beinanvegin
6) Ásetan av tíð og stað fyri næstu Tænasturáðstevnu
7) Mál sum limir hava sett á dagsskrá
8) Ymiskt
Málsviðgerð
1:
Herálvur valdur til fundarleiðara
Palli valdur til skrivara
2:
Hans Jacob greiður frá tilgongdini til hesa stevnu. Byrjaði við fundi 12. mars 23, um at gera heimasíðu og tað var góð undirtøka fyri tí og hon er komin upp at koyra. So bleiv samtykt á fundi 9. sept. 23, at seta ein bólk til at fyrireika eina tænasturáðstevnu við tí endamáli at endurreisa Tænasturáðið. Tað er tað, sum hesin fundurin handlar um.
Tann seinasta tænastuhondbókin er frá 2016/17 og nevndin, sum hevur arbeitt við innkalling til hendan fundin, hevur nøkur broytingaruppskot.
Hans Jacob presenterar hvat fyri broytingaruppskot bólkurin, sum hevur arbeitt við innkalling hevur umrøtt.
1. Ein bólkaumboðsfundur um ári í staðin fyri tveir.
2. Royna at fáa umboðan frá øllum landinum, 5 økir, ella 3 um tað ikki letur seg gera
3. Valbæri verður broytt frá 4 ára edrúskap til 5 ár í AA og minst 2 ára edrúskap undan valinum.
3:
Atkvøða um broytingar:
Øll umboð fyri bólkarnir hava fingið eitt kort at atkvøða við, við at rætta kortið upp. 17 bólkar vóru umboðaðir.
4. 1 fundur í staðin fyri tveir: Einmalt samtykt við 17 atkvøðum
5. Umboðan av 5 økjum, ella trimum um tað ikki ber til við 5, ella fimm umboð uttan atlit til økir um hitt ikki letur seg gera: Einmalt samtykt við 17 atkvøðum
6. Valbærið frá 4 ár til 2 ár: Einmalt samtykt við 17 atkvøðum
4:
Val av tænasturáði.
Uppstillaði blivu 5 fólk, eitt frá hvørjum øki. Atkvøtt var við, at øll umboðini atkvøddu skrivliga.
Bárður B fyri Tórshavn
Árni E fyri Norðoyggjar
Ray-Kett T fyri Eysturoy
Martin G fyri Suðuroy
Hans Jacob K fyri Norðstreymoy/Vágarnar
Øll blivu skriftliga vald við 17 atkvøðum í part.
Tveir varalimur skulu veljast. Jóhann H og Olivur J blivu skotnir upp. Teir blivu báðir valdir inn við 17 skriftligum atkvøðum
5:
Atkvøðugreiðsla um mál, sum nevndin skjýtur upp at Tænasturáðið skal arbeiða við frameftir.
Hans Jacob greiður frá hesum. Hann sigur m.a., at sambært Tænastuhondbókini eiga uppskot um hvat Tænasturáði skal arbeiða við komandi ári, at verða send inn til virkandi Tænasturáð, ið setir uppskotini til atkvøðugreiðslu á Tænasturáðstevnuni. Men av tí, at einki virkandi Tænasturáð hevur verið til í mong ár, hevur ikki borið til at fylgt hesum leistinum. Tí loyvir nevndin, sum hevur arbeitt við at skipa Tænasturáðstevnuna í 2024, sær at skjóta onkur mál upp til nývalda Tænasturáðið at arbeiða við. Nevndin skjýtur eisini upp, at fundurin skiftir orð um hvørjum nývalda Tænasturáðið skal arbeiða við og kemur við onkrum ítøkiligum uppskotum um hetta, ið Tænasturáðstevnan kann atkvøða um.
Uppskot frá nevndini
1. Heimasíðan og samskifti við umheimin
2. 12 trins arbeiði, m.a. fundir á Heilbrigdi
Uppskot frá fundinum
3. fáa greiðu á um nøkur skipan er viðv. peningarenslinum frá bólkunum til Tænasturáðið og finna útav hvørjar “gamlar pengar” Tænasturáðið eigur
4. Umseting av Stórubók. Hvat ber til og hvat er status í løtuni
Nógv kjak um Tænasturáðið skal hava heimild til at arbeiða sjálvstøðugt beinanvegin ella um tað bara skal kanna status og so bíða 1 ár til at gera nakað ítøkiligt við tey evnini, sum nevnd og fundur hava skotið upp. Endin varð, at fundarleiðarin skjeyt upp at atkvøtt skuldi vera um, at nývalda Tænasturáðið skuldi fáa heimild frá Tænasturáðstevnuni til ikki bara at kanna evnini, sum nevnd og fundur hava skotið upp, men eisini at arbeiða við teimum og taka avgerðir um tey.
Atkvøðugreiðsla um øll 4 uppskot til nevnd at taka sær av. Einmalt samtykt við 15 atkvøðum. (Tveir bólkar vóru farnir heim)
6:
Avgjørt varð, at Tænasturáðstevnan skal vera aftur í Missiónshúsinum í Vestmanna í apríl mánaði 2025.
7:
Onki mál var innkomið.
8:
Onki mál undir ymiskt.
---
Um uppstilling til Tænasturáðið
Henda kunning var send øllum bólkaumboðum fríggjadagin 9. februar.
Eitt sindur av orðaskifti hevur stungið seg upp um, hvussu vit skulu handfara uppstillingina til nýggja Tænasturáðið, reint praktiskt, hesaferð.
Tað mest ítøkiliga, sum stendur í Tænastuhondbókini frá 2016/17 um val av Tænasturáði er, at "Ráðslimirnir verða valdir fyri 2 ár í senn og kunnu veljast aftur. Ein ráðslimur kann í mesta lagi sita trý valskeið." 20. apríl í ár skulu vit tó velja eitt púra nýtt Tænasturáð, tí seinast valda Tænasturáð hevur ikki verið virkið í fleiri ár.
Til tess at royna at tryggja eitt virkisført Tænasturáð yvir tíð, hava vit skotið upp, at farið verður til at royna at tryggja eina regionala umboðan í nýggja Tænasturáðnum. Men av tí, at vit ikki hava regionalar nevndir, so ber nokk illa til at biða økini koma við valevnum, áðrenn sjálva Tænasturáðstevnuna.
Vit vilja tí hervið koma við einari áheitan á tey, sum ætla sær at stilla upp til nýggja Tænasturáðið um at møta upp á Tænasturáðstevnuni 20. apríl. Har fara nøvnini á teimum uppstillaðu at vera sett á ein atkvøðuseðil, alt eftir hvat øki í landinum tey umboða, og so fara umboð fyri allar fundirnar, sum eru møttir á Tænasturáðstevnu at atkvøða um, hvør skal manna nýggja Tænasturáðið.
---
Innkalling, skrá o.a.
Við hesum verður kallað inn til Tænasturáðstevnu í Missiónshúsinum í Vestmanna leygardagin 20. apríl 2024, kl. 14:00. Bústaðurin er Gerðisvegur 31, Vestmanna.
Dagsskráin fyri ráðstevnuna er hendan:
1) Val av fundarstjóra og skrivara
2) Frágreiðing um virksemið hjá nevndini, ið varð sett á bólkafundinum í Vestmanna 9. september 2023
3) Val av tveimum grannskoðarum, ið taka sær av atkvøðugreiðslunum
4) Atkvøðugreiðsla um uppskot til broytingar í Tænastuhondbókini 2016/17, ið nevndin frá 9. september 2023 hevur skotið upp
5) Val av Tænasturáði og 2 varalimum til ráðið
6) Atkvøðugreiðsla um mál, sum nevndin frá 9. september 2023 metir, at nývalda tænasturáðið eigur at fara undir beinanvegin
7) Ásetan av tíð og stað fyri næstu Tænasturáðstevnu
8) Mál sum limir hava sett á dagsskrá
9) Ymiskt
Nevndin, sum varð vald á bólkafundi í Vestmanna 9. september 2023, fekk álagt at taka stig til eina Tænasturáðstevnu, sum skal vera í apríl 2024. Høvuðsendamálið við komandi Tænasturáðstevnuni er at velja eitt nýtt Tænasturáð.
Nevndin hevur havt nakrar fundir har kjakast m.a. hevur verið um hvussu vit kunnu royna at tryggja, at landsumfatandi arbeiði hjá AA-felagskapinum í Føroyum kemur í eina so virkisføra legu sum til ber. Í hesum sambandi hevur nevndin trý broytingaruppskot til Tænastuhonbókina frá 2016/17.
Uppskot til broytingar í “Tænastuhondbók fyri AA í Føroyum - 2016/17”
Nevndin metir at tað er dekan ov ambitiøst, sum nú er, at krevja at minst tveir árligir bólkaumboðsfundir verða hildnir afturat árligu Tænasturáðstevnuni, og skjýtur tí upp, at hildin verður minst ein bólkaumboðsfundur um árið afturat Tænasturáðstevnuni.
Bólkaumboðsfundir, s. 4
Minst tveir bólkaumboðsfundir eiga at vera millum árligu Tænasturáðstevnunarnar, harav annar skal vera seinast í januar ella fyrst í februar.
verður broytt til:
Minst ein bólkaumboðsfundur eigur at vera millum árligu Tænasturáðstevnurnar, hann skal vera í oktober mánaði.
Nevndin skilir, at ein av orsøkunum til at Tænasturáðið áður er hildið uppat at virka er manglandi forstáilsi millum ymisku økini í landinum. Til tess at royna at tryggja eina so breiða landafrøðiliga umboðan í Tænasturáðnum sum til ber, skjýtur nevndin upp at gera ein valleist, ið tekur støði í, at AA-felagsskapurin er ein landsumfatandi felagskapur.
Tænasturáðið, undirnevndir og arbeiðsbólkar, s. 6
Aftaná 3. reglubrot verður skrivað:
Tænasturáðið eigur at verða sett saman á henda hátt:
1 limur umboðar Norðoyggjar
1 limur umboðar Eysturoy
1 limur umboðar Tórshavn – herundir eisini Nólsoy og Sandoy
1 limur umboðar Vágar / Norðstreymoy
1 limur umboðar Suðuroy
Letur samansetingin frammanfyri seg ikki gera, eigur Tænasturáðið at verða sett saman á ein hátt, sum í minsta lagi hevur hesa umboðan:
1 limur umboðar Norðoyggjar / Eysturoy
1 limur umboðar Tórshavn – herundir eisini Nólsoy og Sandoy
1 limur umboðar Vágar / Norðstreymoy / Suðuroy
Ber ikki til at seta Tænasturáðið saman eftir leistunum omanfyri, verður ráðið mannað upp til 5 ráðslimir og 2 varalimir uttan at atlit verður tikið til økini.
Hildið verður at tað er ov avmarkandi at krevja at bara limir, sum hava verið edrúir í minsta lagi 4 ár ella longur kunnu vera valdir í Tænasturáðið. Til tess at royna at tryggja bæði kontinuitetin og feskleikan í Tænasturáðnum verður skotið upp, at tænasturáðslimir skulu hava verið samanhangandi edrúir í minsta lagi 2 ár ella longur, men hava verið í felagskapinum í minsta lagi 5 ár ella longur.
Valbæri til Tænasturáðið, s. 7
Í Tænasturáðið kunna bert veljast persónar, sum hava verið edrúir í minsta lagi í 4 ár.
verður broytt til:
Í Tænasturáðið kunnu bert veljast persónar, sum hava verið í felagskapinum í minsta lagi í 5 ár, og hava verið samanhangandi edrúir í minsta lagi í 2 ár undan valinum.
Fráboðanarfreistir o.t.
Nevndin frá 9. september 2023 heldur seg í høvuðsheitum til seinast samtyktu tænastuhondbókina frá 2016/17 í mun til formligar ásetingar um Tænasturáðstevnuna. Har stendur m.a. at:
· Allir AA-bólkar í Føroyum kunnu velja sær eitt umboð, sum hevur atkvøðurætt til Tænasturáðstevnuna.
· Allir AA-limir kunnu møta á Tænasturáðstevnuni, tó uttan atkvøðurætt.
· Tænasturáðstevnan kann bert viðgera mál, sum standa á dagskránni fyri Tænasturáðstevnuna.
· Bólkar og limir kunnu senda mál inn til viðgerðar á Tænasturáðstevnuni.
· Øll innkomin mál eiga at hava verið viðgjørd í einum AA-bólki ella á einum bólkaumboðsfundi.
Seinasta freist hjá bólkum og limum at senda mál til viðgerðar á Tænasturáðstevnuni er 1. apríl 2024.
Ætlanin er at borðreiða við smyrjibreyði á Tænasturáðstevnuni. Heitt verður á bólkar og limir, so frætt til ber, um at boða okkum frá hvussu nógv ynskja at fáa smyrjibreyð.
Fráboðanirnar skulu sendast á teldupostin: aavestmanna.hoskvold20@gmail.com