Kunning 4

Kunning

Kallað verður nú inn til Tænasturáðstevnuna, sum verður í Vestmanna leygardagin 19. apríl, kl. 13:00 


Telduposturin, sum í dag er sendur øllum bólkaumboðum í landinum, verður endurgivin her:

Við hesum verður kallað inn til Tænasturáðstevnu í Meinigheitshúsinum í Vestmanna leygardagin, 19. apríl 2025, kl. 13:00.

Dagsskráin fyri ráðstevnuna er sambært Tænastuhondbókini 2024/25 hendan:

1)                           Val av fundarstjóra og skrivara

2)                           Frágreiðing um virksemið hjá Tænasturáðnum og møguligum undirnevndum hjá Tænasturáðnum

3)                           Framløga av roknskapi

4)                           Umrøða av uppgávum, sum Tænasturáðið skal taka sær av

5)                           Val av Tænasturáði og 2 varalimum til ráðið

6)                           Val av grannskoðarum

7)                           Góðkenning av 2 ,,ikki Alkoholikarum” til Tænasturáðið

8)                           Ásetan av tíð og stað fyri næstu Tænasturáðstevnu

9)                           Góðkenning av Tænastuhondbókini

10)                    Mál sum Tænasturáðið ella limir hava sett á dagsskrá

11)                    Ymiskt

Í Tænastuhondbókini stendur m.a. um Tænasturáðstevnuna at:

Tænasturáðstevnan kann bert viðgera mál, sum standa á dagskránni fyri Tænasturáðstevnuna.

Bólkar og limir kunnu senda mál inn til viðgerðar á Tænasturáðstevnuni. Øll innkomin mál eiga at hava verið viðgjørd í einum AA-bólki ella á einum bólkaumboðsfundi. Tænasturáðið kann vísa mál frá sær, sum ikki eru í tráð við siðirnar og mál, sum einki hava við AA at gera. Mál, sum verða avvíst, skulu sendast aftur til uppskotsstillara við grundgeving fyri hesum.

Á bólkaumboðsfundinum, sum var á Argjum 19. oktober 2024, var ynski um, at hesi evni verða sett á skrá til Tænasturáðsstevnuna 2025:

·         AA hotline - samdøgurtelefon

·         Konventnevnd, sum skal taka sær av at skipa fyri konventum í Føroyum

·         Stórabók á føroyskum, bæði sum pappírsbók, e-bók og ljóðbók

·         Kunning um peningaviðurskifti í felagskapinum í Føroyum

·         Kunning um hvussu 7. siður kann haldast í einum kontantleysum veruleika

·         Víðkan av 12-stigaarbeiðinum út um Heilbrigdi

Heitt verður á bólkar og limir, sum kundu hugsað sær at fingið mál á skrá til Tænasturáðstevnuna, um at gera hetta sambært Tænastuhondbókini. Uppskotini mugu vera Tænasturáðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11. apríl 2025.

Viðvíkjandi atkvøðurætti á Tænasturáðstevnuni stendur í Tænastuhondbókini m.a. at:

Allir AA-bólkar í Føroyum kunnu velja sær eitt umboð, sum hevur atkvøðurætt til Tænasturáðstevnuna.

Hetta verður tulkað soleiðis, at allir fundir, sum standa á almenna fundaryvirlitinum hjá AA í Føroyum, tá ið Tænasturáðstevnan verður hildin, kunnu velja sær eitt umboð, sum hevur atkvøðurætt til Tænasturáðstevnuna. Onki umboð kann umboða meira enn ein fund.

Ætlanin er aftur í ár at hava smyrjibreyð á skránni. Kostnaðurin fyri hetta er 100,- per høvd. Fyri at vita hvussu nógv smyrjibreyð vit skulu bíleggja er neyðugt at boðað verður frá luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 11. apríl 2025.

Bestu heilsanir

Tænasturáðið

18.01.25
---

Væleydnaður bólkaumboðsfundur á Argjum

Leygardagin 19. oktober, frá kl. 14:00 til 16:00, var bólkaumboðsfundur hildin á Argjum. Sambært Tænastuhondbókini, sum varð viðtikin á Tænasturáðstevnuni í apríl, skal ein bólkaumboðsfundur vera í oktober. Tað eru tó fleiri ár síðani, at nakar bólkaumboðsfundur hevur verið, so fólk vóru spent uppá hvussu tað mundi fara at ganga, nú aftur varð kallað til fundar. Tískil var tað eisini gleðiligt, at uppmøtingin var góð og stemningurin konstruktivur. 

Fyrst hevði Tænasturáðið onkur ting á skrá. Formaðurin í Tænasturáðnum legði fyri við at greiða frá hvørjum Tænasturáðið hevur arbeitt við higartil í ár, síðani hevði skrivarin eitt upplegg um leiklutin hjá bólkaumboðum og at enda greiddi kassameistarin frá fíggjarligu støðuni hjá AA í Føroyum. Eftir hetta var ein stuttur steðgur. So var avrátt, at Tænasturáðið skuldi trekkja seg og lata bólkaumboðini skifta orð um hvat tey kundu hugsað sær, at AA í Føroyum skal miðsavna seg um hesa komandi tíðina. M.a. varð tosað um, at vit eiga at miðsavna okkum um at fáa eina AA telefonlinju, eina stevnunevnd, útgávuna av Stórubók og víðkan av 12. stig arbeiði. Hetta verður alt sett á skrá til Tænasturáðstevnuna, sum verður í apríl 2025 at viðgera og taka støðu til. 

20.10.24
--- 

Mánakvøldsfundur flytir av Argjum til Havnar

Fundurin, sum hevur verið hildin á Argjum mánakvøld kl. 20:00, verður frá mánakvøldinum 21. oktober hildin í Heinesens húsi, á Tinghúsvegi 12, kl. 19:00.

16.10.24  
---

 Tænasturáðið hevur skipað seg av nýggjum

Í sambandi við, at Martin hevur trekt seg úr Tænasturáðnum og fyrst valdi tiltakslimur avloysir hann, hevur Tænasturáðið skipað seg av nýggjum. Tænasturáðið hevur skipað seg á henda hátt:

Formaður: Bárður
Næstforkvinna: Ray-Keth
Skrivari: Hans Jacob
Kassameistari: Árni
Ráðslimur: Jóhann

Vit eru Martini sera takksom fyri, at havt tænt felagsskapinum sum formaður í Tænasturáðnum, og ynskja honum alt tað besta framyvir.

07.10.24
---

AA stevna verður á Segloftinum á Tvøroyri 27.-29. september 2024


Í samband við, at fyrsti AA fundurin í Føroyum var 25. september í 1983 verður skipað fyri AA stevnu. Stevnan er opin, og øll eru vælkomin.  

Karmurin um stevnuna er Seglloftið á Tvøroyri.  

Morgunmatur, døgurði og nátturði er at fáa á staðnum. Somuleiðis kaffi, te, køkur og frukt.

Møguleikar hjá øðrum 12-stiga felagsskapum at skipa fyri fundum eru eisini góðir.  

Stevnan er fyri alkoholikarar, avvarðandi og vinir.

Luttakarar mugu sjálvir tryggja sær gisting í oynni. Ymsir gistingarmøguleikar eru, bæði viðvíkjandi kostnað og stað. Meir um hetta er at finna á visitsuduroy.fo

Sjálv stevnan er ókeypis. Tó verður eitt gjald á kr. 300,- fyri hvønn luttakara fyri mat hesar dagarnar, sum skulu flytast á konto 9870-4086377 í seinasta lagi 23. september. Íroknað gjaldið er nátturði fríggjakvøldið, allar máltíðir leygardag, umframt morgunmatur og miðmáli sunnudag. Kaffi og køkur er til taks allar dagar.

Stevnan verður fíggjað sambært sjeynda siði. Kurvar vera tí á staðnum, har tú kanst lata eitt sindur av peningi. Peningurin fer óskerdur til útreiðslur í sambandi við stevnuna, og við vón um, at stevnan verður eitt afturvendandi tiltak.

Sí skrá o.a. her:  

(15.09.24)
---

Hoyvík mánadag kl. 12:00 broytir høli komandi tríggjar mánaðirnar

Orsakað av hølistrupulleikum í kirkjuni kann AA bólkurin, sum vanliga er í Hoyvíkar kirkju, ikki hava fund har komandi tríggjar mánaðirnar. Bólkurin fer í staðin at hava fund í Lívdini, sum hevur bústaðin: Vegurin Langi 11, 188 Hoyvík. Gingið verður inn eystanfyri. Fundurin er uppi í sunnudagsskúlarúminum. Tíðin verður framhaldandi kl. 12:00 mánadag.

(10.06.24)

---

Nýggja Tænasturáðið hevur skipað seg

Tænasturáðið, sum var valt á Tænasturáðstevnuni í Vestmanna 20. apríl 2024, hevur á fundi 4. mai 2024, skipað seg soleiðis:

Formaður: Martin G
Næstformaður: Bárður í B
Skrivari: Hans Jacob K
Kassameistari: Árni E
Nevndarlimur: Ray-Keth T


aa.fo er aftur virkið í praksis

Vit hava í eina tíð roynt at fingið fatur á aa.fo aftur, so heimasíðan hjá okkum skal vera lættari at finna. Útlendski eigarin av domeninum, odin.org, hevur ikki vilja selt okkum tað enn, men hevur gjørt tað soleiðis, at um tú skrivar aa.fo í leitibreddan, so kemur tú automatiskt inn á anonymir-alkoholikarar.fo. Hetta er í praksis næstan líka gott. Vit takka odin.org fyri at gera hesa endursending (redirection) á aa.fo.


Tænasturáðstevna verður 20. apríl 2024 í Missiónshúsinum í Vestmanna


Nevndin, sum varð vald á bólkafundi 9. september 2023 at taka stig til eina Tænasturáðstevnu í 2024, hevur nú sent øllum bólkaumboðum kunning um at boðið verður til Tænasturáðstevnu í Vestmanna 20. apríl 2024.

Nærri kunning um skrá o.a. er á síðuni, sum eitur Tænasturáðstevnan 2024, á heimasíðuni. 

AA stevna, leygardagin 11. november 2023

Leygardagin 11. november verður AA stevna í Gamla Argja skúla. Skráin er henda:

17:30 – 18:00 Fyrilestur við Anniku Holm, leiðara á Heilbrigdinum

18:30 – 19:30 ACA-fundur – Opin fundur

20:00 – 21:00 AA-fundur – Speakari

21:30 – 22:30 AA-fundur – Opin fundur

23:00 – 24:00 Ljós- og bønarfundur í Argja Kirkju

24:00 - Fólk eru vælkomin í Gamla Argja Skúla

 

Nýggja heimasíðan hjá AA í Føroyum er almenn í dag, 1. november 2023


Á bólkafundi í Vestmanna, sum allir AA bólkar í Føroyum vóru boðnir á 12. mars í ár, varð ein heimasíðunevnd vald. Samtykt varð, at heimasíðunevndin skuldi 1) kanna tilboð uppá heimasíður, 2) gera ein fíggingarleist og 3) fáa heimasíðuna gjørda og rindaða.

Heimasíðunevndin valdi at taka av tilboðnum frá Sansum, og hevur arbeitt saman við Sansum um at sniðgeva eina heimasíðu, sum vit meta hóskar til okkara tørv. 

Á fundinum í Vestmanna varð eisini samtykt, at heimasíðunevndin skal avhenda heimasíðuna til eitt nýtt tænasturáð, so skjótt sum eitt nýtt tænasturáð er valt. Heimasíðunevndin hevur tí miðsavna seg um bara at hava tey mest grundleggjandi tingini við á síðuni, sum er almenn í dag. Tankin er, at nýggja tænasturáðið skal taka støðu til hvat meira skal vera á heimasíðuni. Eisini er vónin tann, at eitt nýtt tænasturáð fer at taka stig til at fáa telefonnummar, teldupost o.a. virkið aftur, soleiðis at teigarnir undir “Samband” á síðuni kunnu dagførast.

Tíverri hava vit mist ræði á navninum aa.fo. Vit vóru av teirri fatan, at vit áttu aa.fo, men okkurt er kiksað, síðani gamla heimasíðan gjørdist óvirkin, soleiðis at tað navnið er gloppið okkum av hondum. Vit kanna møguleikarnar fyri at fáa fatur á navninum aftur, men tað kann fara at vera bæði torført og dýrt. Vit hava tí valt at keypa navnið anonymir-alkoholikarar.fo. Hetta er sjálvandi bæði langt og knortlut samanborið við aa.fo, men minnir nógv um nøvnini á heimasíðunum hjá AA í Danmark og AA í Norra. Í praksis er tað eisini ofta soleiðis, at fólk leita eftir t.d. AA Føroyar ella AA Faroe Islands í einari leitimaskinu, t.d. á Google, og so finnur leitimaskinan røttu heimasíðuna. Sambært Sansum tekur tað vanliga eitt sindur av tíð, áðrenn leitimaskinurnar hava upptikið leitiorðini, sum tær verða fóðraðar við.

Heimasíðunevndin var eitt sindur í iva um hvussu tað mundi fara at ganga við at samla pening inn til nýggju heimasíðuna. Tíbetur kunnu vit nú staðfesta, at heimasíðuverkætlanin hevur víst, at AA í Føroyum megnar væl at standa saman um felags átøk, tá ið tørvur er á tí. Bólkarnir hava givið eftir førimuni, við tí úrsliti, at vit hava goldið heimasíðuna og hava pengar á heimasíðukontuni til hýsing av síðuni í tvey ár.

Ætlanin er at brúka hesa kunningarsíðuna á okkara heimasíðu til kunning um ymiskt, sum er viðkomandi fyri AA Føroyar. Til nýtt tænasturáð er valt, taka Palli M og Hans Jacob K sær av at leggja kunning út á hesa síðuna. Bólkaumboð eru vælkomin at venda sær til teirra við tilfari, ið bólkar vilja hava á hesa síðuna.  

Vónandi fara limirnir at taka væl ímóti síðuni. Latið okkum endiliga frætta um okkurt er, ið skal rættast, t.d. viðv. fundaryvirlitunum.